logo
Uppdaga
Gamlar myndir úr Føroyum
sí myndir

Føroyingurin hevur allar tíðir havt tørv á báti, sum rímiligt er í okkara oyggjasamfelag. Hin gamli báturin er um at hvørva. Handverkið doyr út. Bátasmiðirnir eldast, og eingir ungir eru í læru. Tað er stórur missur hjá eini tjóð. Tað tekur nógv ár at læra eitt handverk og øldir at kenna hugburðin í tí.

Seksæringin Stjørnan

Seksæringin Stjørnan

Bátasmíð úr Norra

Bátasmíð úr Norra

Snapsur úr veðrahorni

Snapsur úr veðrahorni

Føroyski tríbekkurin

Føroyski tríbekkurin

Gamal grindaknívur

Gamal grindaknívur

Umvæling av báti

Umvæling av báti

Sveinastykkið

Sveinastykkið

Dreki úr rekaviði

Dreki úr rekaviði

Bátasmíð

Um Bátasmíð

Bátasmíð v/Guðmundi S. Norðbúð bleiv stovna 17. august 2018. Bátasmíð hevur eina verksmiðu úti í Nólsoy á Malarendavegi, men tað mesta av arbeiðinum verður gjørt úr bilinum. Eg arbeiði kring alt landið.

Guðmundur Norðbúð
Umvæling av báti

Eg havi gingið á fólkaháskúlanum Fosen Folkehøgskole í norra, har eg gekk á bátasmíð linjuni í eitt ár frá 2010 – 11, og fór so í læru sum bátasmiður hjá Maretime Center Fredrikstad AS í februar 2012 har eg lærdi at byggja og umvæla søgulig skip og bátar. 26. februar 2016 fekk eg handa fagbrævið sum Bátasmiður og arbeiddi síðan har í tvey ár afturat. Í 2018 flutti eg so heim og setti virkið á stovn lítlan mánað eftir heimkomuna.

Alt tilfarð til bátarnar er fyrstafloks viður, ið verður keyptur inn til hvønn bátin. Dentur verður lagdur á góðsku frá byrjan til enda, frá fyrstu høvulspón til seinasta seymin.

Gomul mynd úr Føroyum
go-back-left-arrow